Carlsson systrarnar bera Merkið fyri Føroyar

Carlsson systrarnar bera Merkið fyri Føroyar
Í kvøld verða oyggjaleikirnir á Jersey settir. Brynhild D. Carlsson og Rannvá D. Carlsson bera Merkið og vatnið fyri Føroyar
Mynd: KVF  
 
27.06.2015 - 12:50

Tað verða badmintonleikararnir og systrarnar, Brynhild og Rannvá, sum ganga fremst í føroysku leguni, tá oyggjaleikirnir verða settir í kvøld.

Brynhild Djurhuus Carlsson skal bera merkið, og Rannvá Djurhuus Carlsson skal bera vatnið.

Vatnhátíðarhaldið er fastur partur av setanini. Hvør oyggj hevur vatn við til leikirnar, sum verður koyrt í eitt felags kar.

Oyggjaleikirnir verða settir í kvøld klokkan 19.00 á Howard Davis parkini, sum liggur mitt í høvuðsstanum í Jersey, St.Hellier.

Umleið 5.000 fólk koma til setanina, siga fyriskipararnir.

Setanin verður stroymað beinleiðis á kvf.fo


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949