Bárður, Eivin og Reimund vildu hava Kaj Leo frá

Bárður, Eivin og Reimund vildu hava Kaj Leo frá
Bárður Nielsen, Eivin Jacobsen og Reimund Langgaard vildu, at Kaj Leo Holm Johannesen boðaði frá, at hann leggur frá sær sum formaður
 
27.06.2015 - 17:48

Men tað vildu Edva Jacobsen, Alfred Olsen og Bjørn Kalsø ikki.

Tað veit útvarpið frá álítandi keldum.

Sum útvarpið skilir, varð Kaj Leo Holm Johannesen sinnaður at fara frá sum formaður, um flokkurin vildi tað, tá løgmaður, landsstýrisfólk og tingmanningin vóru á fundi á Gamla Apoteki hósdagin.

Bárður Nielsen, Eivin Jacobsen og Reimund Langgaard kravdu, at Kaj Leo Holm Johannesen boðaði frá nú, at hann leggur frá sær sum formaður á landsfundinum í august. Men Edva Jacobsen, Alfred Olsen og Bjørn Kalsø vildu, at formaðurin heldur fram.

Neyðsemjan á fundinum var, at landsnevndin skal gera av í august, um Kaj Leo Holm Johannesen skal standa á odda fyri flokkinum í valstríðnum til løgtingsvalið.

Landsstýrismaðurin Johan Dahl og tingfólkini Helgi Abrahamsen, Jóna Mortensen, Gerhard Lognberg og Rósa Samuelsen vóru ikki við á fundinum hósdagin.

Bárður Nielsen, sum er næstformaður í Sambandsflokkinum, segði við útvarpið mikudagin, at løgmaður skal taka avleiðingarnar av niðurstøðuni hjá Hans Gammeltoft-Hansen.

- Aðrastaðni er vanligt, at ráðharrar taka avleiðingarnar sjálvir. Spurningurin er nú, hvat støðið skal vera í Føroyum. Eg haldi sjálvur, at persónar skulu taka avleiðingarnar, segði hann.

Kaj Leo Holm Johannesen staðfesti eisini í sjónvarpinum hósdagin, at tað var ikki undirtøka millum landsstýrisfólkini og tingfólkini hjá Sambandsflokkinum, at hann boðar frá nú, at hann fer frá.

- Tað er ikki undirtøka fyri, at eg leggi frá mær í dag. Tað sleppi eg ikki. Í august fara vit á fund við landsnevndina, og tá taka vit støðu, hvør skal standa á odda fyri flokkinum í valstríðunum, sigur hann.

 

Limafeløgini viðgera støðuna

Formenninir í limafeløgunum hjá Sambandsflokkinum fara nú eisini at taka støðu til, um tey halda, at Kaj Leo Holm Johannesen skal halda fram sum formaður í Sambandsflokkinum. Limafeløgini fara at viðgera støðuna á fundi á Sandi mánakvøldið.

Hugin Skaalum, formaður í Sambandsfelagnum í Vágum, segði við útvarpið fyrrapartin, at tað er ikki í lagi, at løgmaður hevur borið løgtinginum skeivar upplýsingar.

- Fólkatingsvalið og veljarakanningar annars vísa, at Sambandsflokkurin hevur tað trupult. Tíðin er kanska búgvin at skifta formann, men eg veit ikki, hvat hini limafeløgini halda, sigur hann við útvarpið í dag.

Hann fer nú at vita, hvat hini limafeløgini siga um støðuna í Sambandsflokkinum. Hann væntar, at limafeløgini koma við einari fráboðan eftir fundin mánakvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254