Flestu næmingarnir á Rásini hava fingið bústað

Flestu næmingarnir á Rásini hava fingið bústað
Annika Olsen, landsstýriskvinna, ásannar, at nøkur ár ganga, áðrenn til ber at bjóða øllum, sum hava serligar avbjóðingar, bústað
Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi um bústaðarviðurskifti hjá næmingum á Rásini
 
25.06.2015 - 13:18

Seks av sjey næmingum á Rásini, sum verða liðug nú í summar, hava fingið bústað eftir skúlatíðina.

Men onkur teirra noyðist at bíða eftir bústaðnum. Arbeitt verður við at finna eina loysn fyri seinasta næmingin.

Tað hevur Almannamálaráðið fingið at vita frá Almannaverkinum, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum hevur svarað spurningum frá einum Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, um Rásina.

Rásin er skúli hjá fólki við menningartarni.

Nýggir næmingar eftir summarfrítíðina

Sambært Mentamálaráðnum tekur Rásin nýggjar næmingar eftir summarfrítíðina.  

Í svari sínum ásannar Annika Olsen, at nøkur ár ganga, áðrenn til ber at bjóða øllum, sum hava serligar avbjóðingar, bústað.

Týsdagin fekk Annika Olsen aftur ein fyrispurning um næmingarnar á Rásini og vantandi bústaðir.

Eyðgunn spyr eisini

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, spyr Anniku Olsen, um hon góðtekur, at enn eina ferð er so illa av stað farið hjá Almannaverkinum, at tey ungu á Rásini og avvarðandi teirra fullkomiliga kenna seg slept upp á fjall.

Og Almannamálaráðið hevur heldur ikki raðfest málið nóg væl, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Fyri tveimum vikum síðani funnust avvarðandi hjá næmingum á Rásini at myndugleikunum, tí næmingarnir, sum verða lidnir nú í summar, ikki høvdu fingið nakran bústað at flyta í.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109