- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskimálaráðið viðger svartkjaftakvotuna
Tá samráðingarnar í Keypmannahavn millum strandarlondini um norðhavssildina eru lidnar í morgin, fara tey í Fiskimálaráðnum at viðgera spurningin um føroysku svartkjaftakvotuna í ár.
Beint fyri jól í fjør kunngjørdi Fiskimálaráðið, at svartkjaftakvotan í 2015 er 100.000 tons, og Russland fekk harafturat 80.000 tons.
Fyrst í februar hækkaði føroyska kvotan upp í 125.000, og 10.apríl fór hon upp í 200.000 tons. Gamla avtalan frá 2006 um býtið millum londini er farin í søguna.
Nýggjur býtislykil
ES vil hava býtislykilin broyttan, tí ES heldur seg eiga rætt til størri part. Og strandarlondini hava gjørt fleiri royndir at gera ein nýggjan býtislykil, men til fánýtis. Samráðingar vóru í Keypmannahavn í gjár og týsdagin.
Men so langt er millum partarnar, at vónleyst var at finna nakra semju, segði Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari. Hann sigur, at fleiri tíggjutals prosentstig skilja partarnar, og tí var vónleyst at fáa londini at semjast.
Seinnapartin í gjár tosaði føroyska samráðingarnevndin við ES, men einki endaligt úrslit spurdist burturúr, sigur Herluf Sigvaldsson.
Strandarlondini, sum samráðast um svartkjaftin, eru Føroyar, ES, Ísland og Noreg. Grønland og Russland eru við sum eygleiðarar.
Heildarkvotan 1,26 mió. tons
Tá samráðingar vóru í desember vóru londini tó samd um, at heildarkvotan av svartkjafti í 2015 skal vera ein millión og 260.000 tons.
Sambært býtislyklinum frá 2006 áttu Føroyar ein fjórðing av svartkjaftakvotuni. Tað eru 315.000 tons av einari millión og 260.000 tonsum.