Tyrlusáttmáli fyri slaka hálva milliard

Tyrlusáttmáli fyri slaka hálva milliard
Landið og Atlantsflog hava gjørt nýggjan sáttmála, sum er galdandi í tíggju ár
Atlantsflog fer at keypa tvær nýggjar tyrlur av slagnum AW 139
 
24.06.2015 - 07:59

Atlantic Airways tryggjaði sær í gjár 444 milliónir krónur úr landskassanum, 44,4 milliónir um árið í tíggju ár.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum gjørdu í gjár sáttmála við flogfelagið um tyrlutænastur.

Sambært landsstýrinum gevur sáttmálin landinum eina munandi betri tyrlutænastu, sum er ferðafólkaflúgving, sjúkraflutningur, leiting og bjarging.

Atlantic Airways hevur keypt tvær nýggjar tyrlur frá Agusta Westland í Italia. Tær kosta slakar 100 mió. kr. hvør.

Ætlanin er, at fyrsta tyrlan kemur um ársskifitið, og tann seinna í apríl næsta ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947