10,5 mió. kr. at gera Sjóvinnuhúsið liðugt

10,5 mió. kr. at gera Sjóvinnuhúsið liðugt
Eini fyrilestrarsalur fyri fimm milliónir verður í ovasta parti av gomlu saltsiloini
 
24.06.2015 - 08:55

Tað fer at kosta slakar 10,5 mió. kr. at gera Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn liðugt.

Tórshavnar býráðið samtykti einmælt mánadagin at játta pengarnar.

Vinnunevndin hevur samtykt at hita bygningin við sjóhita. Hann kostar fýra milliónir og 177.500 kr. Sjóhitin skuldi fíggjast við sparingum. Men tað eydnaðist ikki at finna neyðugar sparingar, stendur í gerðarbókini fyri býráðsfundin mánadagin.

Fyrilestrarsalurin, sum er tann ovasti parturin av gomlu saltsiloini, er komin við aftur í verkætlanina. Hann kostar hálva fimtu millión umframt vindeygu fyri eina millión og 250.000 kr. 

Harafturat er so hálv millión til óvæntaðar útreiðslur. Havnarmeistarin mælti býráðnum til at játta tíggju milliónir og 427.500 kr. til Sjóvinnuhúsið og taka pengarnar av íløgunum hjá Tórshavnar havn. Og tað samtykti býráðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109