Lækka skattin í Klaksvík

bannari
Lækka skattin í Klaksvík
Kommunuskatturin lækkar 1,25 prosentstig næsta ár
 
23.06.2015 - 07:55

Tað gongst so mikið væl í Klaksvík, at longu nú 2015 ikki er hálvrunnið, boðar meirilutin í býráðnum frá, at kommunuskatturin lækkar 1,25 prosenstig í 2016.

Í einum skrivi, sum er dagfest 1.juni, men sent fjølmiðlunum í gjárkvøldið, verður boðað frá skattalættanum.

Tað ber til at lækka kommunuskattin, tí inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu vaksa. Og nýggja sjóvarhitaskipanin ger, at raksturin verður bíligari í framtíðini. 

Skattalækkingin fer at kosta Klaksvíkar kommunu 7,5 mió. kr. 

Bæði hækkað og lækkað

Skattaprosentið í Klaksvík er bæði hækkað og lækkað seinastu árini. Í 2010 hækkaði tað hálvt prosentstig fyri at fíggja røktarheimið. 

Í 2012 lækkaði tað aftur eitt hálvt prosent, og í 2013 lækkaði tað 0,25 prosentstig. 

Í ár hækkaði tað hálvt prosentstig fyri at fíggja nýggja skúlan, og í ár er skattaprosentið í Klaksvík 22 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109