Kanningarstjórin: Kári og Kaj Leo brutu lógina

bannari
Kanningarstjórin: Kári og Kaj Leo brutu lógina
Hans Gammeltoft-Hansen mælir løgtinginum til at geva fyrrverandi landsstýrismanninum og løgmanni "en kritisk udtalelse"
 
23.06.2015 - 14:26

Bæði Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, brutu lógina um ábyrgd landsstýrismanna í sambandi við málið um Skálafjarðartunnilin.

Tað er niðurstøðan hjá Hans Gammeltoft-Hansen, sum hevur kannað málið fyri løgtingið.

Kanningarstjórin leggur dent á, at løgtingið hevur endaligu avgerðina, men hann mælir, at tingið samtykkir at geva bæði Kára P. Højgaard og løgmanni  "en kritisk udtalelse," sum hann málber seg.

Upplýsti ikki tøl frá LV

Hans Gammeltoft-Hansen sigur, at Kári P. Højgaard breyt lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí hann upplýsti ikki løgtingið um tølini, sum Landsverk var komið við í 2013. Landsverk metti, at Skálafjarðartunnilin fór at kosta millum 1,9 og 3 milliardir krónur hjá einum privatum felag at byggja. 

Upprunaliga metingin segði, at Skálafjarðartunnilin fór at kosta einar 800 milliónir kr. 

Kanningarstjórin segði, at Kári P. Højgaard hevur sagt undir avhoyringunum, at hann helt hesi tølini vera villleiðandi, og tí vórðu tey ikki upplýst í einum svari til fyrispurning frá løgtingsmonnunum, Høgna Hoydal og Akseli V. Johannesen.

Hans Gammeltoft-Hansen sigur, at fyrrverandi landsstýrismaðurin duldi ikki upplýsingarnar við vilja, men talan er um "grov uagtsomhed."

Løgmaður gjørdi avtaluna við CIP

Kanningarstjórin sigur, at  tað var í veruleikanum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum gjørdi avtaluna við CIP um endurgjald, og tað hevði hann rætt til at sum løgmaður, hóast Kári P. Højgaard umsat málsøkið í landsstýrinum.

Men tá fleiri fyrispurningar um málið vórðu reistir í tinginum á heysti í 2013, svaraði løgmaður, at hann hevði einki við avtaluna og gera, og tað er at geva tinginum skeivar upplýsingar, sigur Hans Gammeltoft-Hansen.

Í løtuni er tíðindafundur um niðurstøðuna hjá kanningarstjóranum. Hann verður sendur í útvarpinum og stroymaður á heimasíðuni hjá kringvarpinum, kvf.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982