Fundur í Keypmannahavn um svartkjaft og sild

Fundur í Keypmannahavn um svartkjaft og sild
Samráðingarnar um norðhavssild, sum vórður niðurlagdar í London, verður nú tiknar uppaftur
 
23.06.2015 - 09:13

Strandarlondini hittast í hesum døgum í Keypmannahavn til samráðingar um svartkjaft og norðhavssild.

Á seinasta samráðingarfundi um svartkjaft í Edinburgh frá 9. - 11. juni varð avgjørt at taka samráðingarnar uppaftur seinni í hesum mánaðinum. Eisini varð semja um at nýta hetta sama høvi til at taka samráðingarnar um norðhavssild uppaftur, eftir at tær vórðu niðurlagdar í London tíðliga í hesum mánaðinum.

Sostatt hittast strandarlondini, Føroyar, ES, Ísland og Noreg eins og Grønland og Russland sum eygleiðaralond, til samráðingar um svartkjaft í dag og í morgin.

Síðani tingast Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland eins og Grønland sum eygleiðaraland til strandarlandasamráðingar um norðhavssild hósdagin og fríggjadagin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109