Frágreiðingin um Eik kemur í august

Frágreiðingin um Eik kemur í august
Ætlanin var, at grein 19 nevndin skuldi hava frágreiðingina lidna í juni, men tað er útsett
 
23.06.2015 - 09:53

Niðurstøðan hjá grein 19 nevndini hjá løgtinginum, sum kannar Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum kemur ikki hesumegin summarfrítíðina.

Hon kemur í august, sigur formaðurin í nevndini, Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður. 

Ætlanin var annars at hava frágreiðingina lidna nú í juni, men so kom fólkatingsvalið. 

Nevndin hevði fyrsta fundin 7.august í fjør.

Sambært lógini um grein 19 nevndina skal nevndin kanna viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik grunninum frá 2002 til 2010, og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í fjør.

Arbeiðssetningurin hjá nevndini fevnir tó ikki um revsirættarviðurskifti hjá einstaklingum. 

Umframt formannin, Joen Magnus Rasmussen, eru Kristina Háfoss og Helgi Abrahamsen í grein 19 nevndini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109