Borgari kært til landsstýrismálanevndina

Borgari kært til landsstýrismálanevndina
Landsstýrismálanevndin fer í dag at gera av, um hon skal viðgera kæruna
Sirið Stenberg er forkvinna í landsstýrismálanevndini
 
23.06.2015 - 07:58

Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum fekk eina kæru í gjár. 

Landsstýrismálanevndin fær ikki so nógvar kærur longur. Kæran, sum kom í gjár, er onnur kæran í hesari tingsetuni.

Nevndin fer á fundi í dag at avgera, um hon skal viðgera kæruna, ella um onnur eiga kæruna, til dømis Løgtingsins umboðsmaður.

Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini, vil fyri fundin í dag klokkan hálvgum tólv ikki siga, hvør í landsstýrinum er kærdur ella kærd. Hon vil bara siga, at ein borgari hevur kært ein í landsstýrinum.

    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109