Tíðindafundur um niðurstøðuna hjá Gammeltoft

bannari
Tíðindafundur um niðurstøðuna hjá Gammeltoft
Frágreiðingin um Skálafjarðartunnilin verður latin løgtingsformanninum í morgin
Hans Gammeltoft Hansen hevur verið kanningarstjóri
 
22.06.2015 - 08:54

Kanningin, sum Hans Gammeltoft Hansen hevur gjørt av málinum um Skálafjarðatunnilin, skal latast løgtinginum í morgin. Og í tí sambandi verður tíðindafundur klokkan 14, har Gammeltoft-Hansen fer at leggja kanningina fram.

Tað veit Norðlýsið at siga.

Tað var í fjør vár, at heitt varð á Hans Gammeltoft-Hansen um at gera kanningina, og hann hevur havt Maiken Johansen og Jens Wang, advokatar, at hjálpa sær.

Tað eru Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum hava verið kannaðir, og fyrstu avhoyringarnar í málinum vóru í Føroya rætti í juni í fjør.

Í kvøld klokkan fimm minuttir í hálvgun átta - beint eftir Dag og Viku - endursendir sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendingina um málið, sum eitur "Skálafjarðatunnilin - kosta hvat tað kosta vil"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948