Kostar 2.000 kr. at vera á bíðilista

Kostar 2.000 kr. at vera á bíðilista
Tórshavnar kommuna heldur ikki, at bíðilistin eftir bátaplássum vísir veruliga tørvin
 
22.06.2015 - 08:31

Tey 240 fólkini, sum bíða eftir bátaplássi í Tórshavnar kommunu, skulu nú gjalda 2.000 kr. fyri at vera á bíðilistanum.

Tað hevur býráðið samtykt.

Endamálið er, sambært býráðnum, at stytta bíðilistan og bíðitíðina.

Fáa pengarnar aftur

Fólk fáa tær 2.000 kr. aftur, tá tey fáa pláss til bátin, ella tá tey fara av bíðilistanum av øðrum orsøkum.

- Vit hava varhugan av, at nøkur teirra, sum eru á bíðilistanum, eru har, tí tað er ómakaleyst og ókeypis at vera á listanum.  Hetta ger, at bíðilistin neyvan vísir veruliga tørvin á bátaplásum. Tí hevur býráðið samtykt at taka 2.000 krónur fyri hvørja umsókn um bátapláss, sigur Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar býráðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109