Fleiri útbúgvingar í Klaksvík

Fleiri útbúgvingar í Klaksvík
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu, um miðnámsskúlar
Tekniski skúli í Klaksvík verður útbygdur og skal m.a. hýsa matvøruútbúgvingum
 
22.06.2015 - 14:46

Tá liðugt er at útbyggja Tekniska skúla í Klaksvík í heyst, verða matvøruútbúgvingarnar á Gørðum og HF-útbúgvingin í Víkunum fluttar í Tekniska skúla. 

Tá vera allar miðnáms-og yrkisútbúgvingar á einum staði í Klaksvík. 

Fleiri útbúgvingar fara í sama viðfangi at verða mentar, til dømis fer at bera til at taka kokkaútbúgving og aðrar styttri matvøruútbúgvingar. 

Bjørn svarar Eyðgunn

Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sum hevur svarað fyrispurningi frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, um miðnámsskúlarnar í Klaksvík.

Hann sigur, at í Klaksvík verða í fyrstu syftu bodnar út hesar útbúgvingar: fyrireikingarbreyt, sum fyrr var HF-skeið, tøknibreyt, yrkisnám, yrkisútbúgvingar, timbur, jarn og el, og matvøruútbúgvingar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109