Nýggj forkvinna veljast í dag

Nýggj forkvinna veljast í dag
Alt bendir á, at tað verður Mette Frederiksen, sum avloysir Helle Thorning-Schmidt, sum forkvinna í Danska javnaðarflokkinum.
 
20.06.2015 - 09:58

Danski javnaðarflokkurin fer í dag at velja nýggjan formann ella forkvinnu. 

Alt bendir á, at tað verður Mette Frederiksen, sum avloysir Helle Thorning-Schmidt, ið legði frá sær eftir ósigurin á fólkatingsvalinum hóskvøldið. 

Einsamøll í uppskoti

Mette Frederisken er í løtuni einsamøll í uppskoti  til formanssessin. 

Onnur evni hava verið nevnd, eitt nú Nicolai Wammen, sum hevur verið ráðharri í stjørnini hjá Thorning. Men hann er ikki longur í uppskoti. 

Roknað verður tí fyri vist, at Mette Frederiksen seinni í dag verður nýggj forkvinna í danska javnaðarflokkinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109