Mette Frederiksen innstillað til formanssessin

Mette Frederiksen innstillað til formanssessin
Næsta sunnudag verður hon alment vald
 
20.06.2015 - 16:05

Mette Frederiksen verður eftir øllum at døma nýggj forkvinna fyri danska Javnaðarflokkin. 

Floksstjórnin hevur í dag innstillað Mette Frederiksen til formanssessin. 

Næsta sunnudag er flokkurin kallaður saman, har Mette Frederiksen alment verður vald. 

Einasta uppskot til sessin

Hon er í løtuni einasta uppskot til formanssessin, og tí verður roknað fyri vist, at Mette Frederiksen verður nýggj forkvinna. 

Hon tekur við eftir Helle Thorning-Schmidt, sum legði frá sær eftir valósigurin hóskvøldið.  

Helle Thorning-Schmidt var forkvinna fyri javnaðarflokkin í tíggju ár, frá 2005 til nú hóskvøldið. 

Mette Fredriksen hevur seinastu árini verið næstforkvinna í Javnaðarflokkinum og løgmálaráðharri í stjórnini hjá Thorning. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109