Tingið skal aftur viðgera grindalógina

Tingið skal aftur viðgera grindalógina
Løgreglan vil hava orðingar í lógini greiðari
 
19.06.2015 - 16:20

Løgtingið er kallað saman til fundar mánadagin klokkan 11.15.

Løgtingið fór annars í summarfrí í mai, men tingið er kallað saman at viðgera eina orðing í grindalógini.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ið varðar av lógini, sigur við Portalin, at talan er um orðingar í lógini, ið løgreglan vil hava greiðari.  

- Tað er løgreglan, ið aftaná at lógin er lýst í gildi, hevur eftirlýst greiðari orðingar, tá tað snýr um at leggja hald á bátar og annað hjá Sea Shepherd, sigur Jacob Vestergaard við Portalin.

Hetta er onnur ferðin, síðani tingsetan endaði, at tingið verður kallað saman at viðgera orðingar í grindalógini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109