Eivør fingið norska virðisløn

Eivør fingið norska virðisløn
Eivør Pálsdóttir fekk ársins virðisløn frá norska grunninum hjá Alfred Andersson-Ryssts, sóknarpresti, og konu hansara Solveig
Eivør fekk mikukvøldið handað ársins virðisløn frá norskum grunni
 
12.06.2015 - 11:15

Eivør Pálsdóttir hevði konsert í Arendal mikukvøldið, og eftir konsertina fekk hon virðislønina, sum er 10.000 norskar krónur og eitt heiðursskjal.

Grunnurin letur annað hvørt ár einum rithøvundi virðisløn og annað hvørt ár onkrum, sum hevur tikið eitt tak fyri samstarvið millum Noreg, Føroyar og Ísland.

Í dómsnevndini eru millum annað Jan Kløvstad og Durita Brattaberg. Aðrir føroyingar hava fingið virðislønina. Í 1962 fekk Páll Patursson hana, Christian Matras fekk hana í 1971.

Sólvá og Páll Patursson fingu virðislønina í 1991, Carl Jóhan Jensen í 1997, Erna og Njál Djurhuus í 2003 og Jógvan Hugo Gardar í 2007.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948