Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin størstir

bannari
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin størstir
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu vunnið teir báðar føroysku fólkatingssessirnar, um val var ídag, vísir nýggj veljarakanning
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu varðveitt síni umboð í Fólkatinginum, vísir nýggj veljarakanning, Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið
 
11.06.2015 - 18:01

Sambært kanningini verður Sambandsflokkurin størsti flokkur við 25,5 prosentum av atkvøðunum. Javnaðarflokkurin fær 23,4 prosent av atkvøðunum. Tjóðveldi fær 18,4 prosent av atkvøðunum og Fólkaflokkurin fær 16,5 prosent.

SÍ EISINI Sí grafikkin: Her er úrslitið av veljarakanningini

Tætt er millum Miðflokkin og Framsókn, sum fáa ávíkavist 5,7 prosent og 5,4 prosent av atkvøðunum. Kanningin gevur Sjálvstýrisflokkinum 3,3 prosent og uttanflokkamaðurin Zakarias Wang fær 1,8 prosent.

Sambært kanningini hava nærum helvtin av veljarunum - 46 prosent - antin ikki tikið støðu til, hvønn tey velja, ella fara tey ikki á val. 447 fólk eru spurd í veljarakanningini, sum Lóður gjørdi fyri Kringvarpið mánakvøldið, týskvøldið og mikukvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109