Óvist hvat vit kundu fingið burtur úr Eurovision

Óvist hvat vit kundu fingið burtur úr Eurovision
Ógjørligt er at siga, hvussu nógvar pengar, Føroyar høvdu fingið burtur úr at vera við í Eurovision Song Contest
Tað er ógjørligt at siga, hvat Føroyar kundu fingið burtur úr, vóru vit limir í EBU, ið hevði tryggjað luttøku í Eurovision Song Contest
 
10.06.2015 - 08:11

Vinnumálaráðið hevur spurt íslendsku ferðavinnuna, um hon hevur nakra meting um, hvussu stórt marknaðarvirði íslendska luttøkan í Eurovision hevur fyri Ísland.

Stutta svarið var, at tey ongantíð hava gjørt slíkar útrokningar, og at tey heldur ikki hava hoyrt um onnur lond, sum hava gjørt tað. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til Janus Rein, løgtingsmann.

SÍ EISINI Føroyar sleppa ikki við til Eurovision

Landsstýrismaðurin sigur, at tað er nærum ómøguligt at siga, hvussu stóra beinleiðis ávirkan marknaðarføringin í sambandi við Eurovision hevði havt á føroyska ferðavinnu og tónleik.

Bara sjálvstøðug lond sleppa at vera við í Eurovision Song Contest, - tí, sum fyrr var Melody Grand Prix, og tí sleppa Føroyar ikki at vera við har.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur eisini svarað Janusi Rein, løgtingsmanni, sum spurdi, um Føroyar kunnu vera við í stóru árligu evropeisku tónleikakappingini.

Treytirnar kundu verðið broyttar

Landsstýrismaðurin svarar, at Mentamálaráðið og Kringvarpið kannaðu fyri nøkrum árum síðani, um Føroyar kunnu vera við.

Kringvarpið spurdi í 2010 um virknan limaskap í evropeiska public-service felagsskapinum European Broadcasting Union - EBU. Slíkur limaskapur krevst fyri at vera við í Eurovision Song Contest. Svarið var, at bara sjálvstøðug lond kunnu fáa limaskap.

Bjørn Kalsø heldur tó, at til ber at sleppa av við hesa treytina, um nóg stór orka verður løgd í tað, møguliga saman við londum, sum stuðla Føroyum. Men tá krevst, at Kringvarpið av nýggjum søkir um virknan limaskap í EBU, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948