Tættir vanta í málsviðgerð um innlit

Tættir vanta í málsviðgerð um innlit
Tá aðalráð ikki geva fult innlit í eitt mál, upplýsa tey ikki altíð, hvørji skjøl eru undantikin innliti
 
05.06.2015 - 10:04

Tá aðalráð ikki geva fult innlit í eitt mál, upplýsa tey ikki altíð, hvørji skjøl eru undantikin innliti.

Heldur ikki ber altíð til at síggja í svarinum frá aðalráðnum, um fult innlit er latið.

Skulu grundgeva fyri avgerð

Gevur ein myndugleiki ikki innlit í øll skjøl, sum biðið verður um innlit í, er tað ein avgerð, sum ikki til fulnar gongur umsøkjaranum á møti.

Sambært fyrisitingarlógini hevur myndugleikin í slíkum førum skyldu til at grundgeva fyri sínari avgerð. 

Myndugleikin, til dømis aðalráðið, skal greiða frá, at innlit verður ikki givið í skjøl ella upplýsingar, eins og greiðast skal frá orsøkini til tess. 

Verður tað ikki gjørt, er talan um grundleggjandi og týðandi tættir, sum vanta í málsviðgerðini. 

Fiskimálaráðið og Mentamálaráðið verða hartað

Tað er umráðandi hjá tí, sum fær noktandi svar, at vita, hvør orsøkin er, um ætlanin er at kæra svarið frá aðalráðnum.

Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur viðgjørt 87 innlitsmál hjá aðalráðunum hjá landsstýrinum. 

Umboðsmaðurin nevnir fimm mál, eitt hjá Fiskimálaráðnum og fýra hjá Mentamálaráðnum, har sum grundleggjandi og týðandi tættir vanta í málsviðgerðini.

Innlitsmálini, sum Løgtingsins umboðsmaður kannaði, eru frá 2012 og 2013, okkurt er tó eldri enn tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109