Váttar, at teir tóku móti mutri

Váttar, at teir tóku móti mutri
Chuck Blazer,nevndarlimur í FIFA frá 1996 til 2013, váttar, at hann og aðrir tóku móti mutri í sambandi við HM í fótbólti í 1998 og í 2010
 
04.06.2015 - 08:39

Chuck Blazer, sum var nevndarlimur í FIFA frá 1996 til 2013, hevur viðgingið fyri amerikanskum myndugleikum, at hann og aðrir nevndarlimir tóku ímóti mutri, tá Frakland fekk heimsmeistarakappingina í fótbólti í 1998 og Suðurafrika í 2010.

Chuck Blazer hevur sagt, at hann og aðrir nevndarlimir í 1992 góðtóku at taka ímóti mutri í sambandi við heimsmeistarkappingina í fótbólti í 1998.

Kelda hjá FBI

Frá 1990 til 2011 var Blazer aðalskrivari í norður- og miðamerikansku fótbóltssamgonguni. Heimsmeistarakappingin var í Fraklandi í 1998, og í 2010 var hon í Suðurafrika.

Chuck Blazer er ein týdningarmikil kelda hjá amerikansku samveldisløgregluni, sum kannar FIFA.

Í 2011 fór hann at samstarva við amerikansku myndugleikarnar, sum hóttu við at fongsla Blazer, tí hann skyldaði skatt.

Loynilig mikrofon

Samstarvið bar m.a. í sær, at Blazer skuldi vera loyniligur agentur hjá amerikansku myndugleikunum undir olympisku leikunum í London, og har hevði hann fleiri fundir við umboð fyri FIFA, 

FBI avlurtaði allar samrøðurnar, tí Blazer hevði eina innbygda mikrofon í einum lyklaringi. 

Í síðstu viku vórðu fleiri fólk, sum hava samband við FIFA, tikin í Zurich í Sveis, har altjóða fótbóltssamgongan hevði ráðstevnu.

Sepp Blatter varð valdur aftur til forseta í FIFA, men í kjalarvørrinum av tí, sum nú er komið undan kavi, hevur hann boðað, at fer at leggja frá sær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109