Kunnu gera sum teimum lystir við norðhavssildina

Kunnu gera sum teimum lystir við norðhavssildina
Eingin semja er um norðhavssildina fyri 2015, og tí gera londini sum teimum lystir viðvíkjandi norðhavssildini í ár
 
04.06.2015 - 15:44

Fundurin um norðhavssildina var í London í gjár og í dag. Noreg, sum hevur formansskapin í samráðingunum, fer at boða til fundar aftur seinni í ár.  

Samráðingarnar nú eru um býtið í 2016 og árini eftir tað, tí londini eru givin við royndunum at fáa semju um 2015. 

Á fundinum í London vóru strandarlondini Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland. Grønland var við sum eygleiðari.

Eingin kunngerð

Kunngerðin um føroyska fiskiskapin í ár er ikki lýst enn.

Hon var í Fiskivinnuráðnum fyri einum mánað síðani, men Fiskimálaráðið hevur ikki kunngjørt hana.

Í fjør samdust ES og Føroyar um, at føroyska kvotan í 2014 var 40.000 tons, hóast hini strandarlondini, eisini ES,  vóru samd um, at Føroyar bara áttu 20.000 tons.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109