Jørgen svara Bill um rúsevnishundar

Jørgen svara Bill um rúsevnishundar
At útvega ein vandan rúsevnishund og at hava hundaførara á skeiði, kostar millum 600.000 og 650.000 krónur
 
04.06.2015 - 09:37

Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Bill Justinussen, løgtingsmann, sum hevur spurt um ólógligan innflutning av rúsevnum.

At hava rúsevnishund er í høvuðsheitum tað, sum tað kostar at hava hundaførara, sum skal á árligt skeið saman við donskum hundaførarum. Harumframt eru útreiðslur til djóralækna, mat og annað. Metingin er, at alt hetta kostar umleið hálva millión kr.

Eftirlit hvønn dag

Jørgen Niclasen sigur, at tollvaldið er á flogvøllinum til hvørt flogfar, og serligur dentur verður lagdur á at avdúka rúsevni.

Tollvaldið er hvønn dag á posthúsum, og hevur eftirlit við pakkum. Tollvaldið er eisini til reiðar, hvørja ferð Norrøna kemur, og somuleiðis tá onnur skip og bátar koma til Føroya. 

Stór nytta

Jørgen Niclasen sigur, at tað er ikki rætt alment at fara út í æsir at greina, hvussu tollvaldið arbeiðir, tí tað kann skaða sjálvt eftirlitið. Men umframt rúsevnishundin hevur tollvaldið stóra nyttu av røntgum og ferðafólkalistum. 

Tollvaldið hevur gott samstarv við løgregluna og aðrar almennar stovnar, útlendsk tollvald og vinnuna, sigur Jørgen Niclasen í svarinum til Bill Justinussen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109