Eisini Ísland hevur ov fáa pengar til heilivág

Eisini Ísland hevur ov fáa pengar til heilivág
Ikki ber til at fáa fimm sløg av heilivági tað, sum eftir er av árinum. Teirra millum eru tvey sløg av heilivági fyri krabbamein
 
04.06.2015 - 09:03

Sambært íslendska kringvarpinum, RÚV, eru ikki fleiri pengar eftir í ár til hendan heilivágin.
Pengarnir, sum altingið játtaði til fimm sløg av heilivági, eru brúktir, áðrenn árið er komið í helvt.

Krabbamein, gikt og eygnasjúka

Talan er um tvey sløg av heilivági fyri krabbamein, eitt fyri gikt, og tvey fyri eygnasjúku.

Forkvinnan í heilivágsnevndini hjá Landsspitalanum, íslendska ríkissjúkrahúsinum, hon er eisini lækni, hevur vent sær til heilsumálaráðharran. Men hann vísti málinum frá sær og vísti á játtanina hjá altinginum til heilivág.

Krav uppá heilivág
Felagið hjá krabbameinssjúklingum og avvarðandi teirra hava kært til Umboðsmannin. 
Felagið sigur, at grundlógin og lógin um rættindi sjúklinga seta bart út forboð fyri at gera mun á sjúklingum og nokta teimum neyðugan heilivág, hava tey brúk fyri honum eftir ein ávísan dag í árinum.   
  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109