Tollmálið í landsrættin 29. og 30. september

Tollmálið í landsrættin 29. og 30. september
Kringvarpsfólkini og táverandi redaktørurin á Portalinum, sum vórðu dømd í Føroya rætti fyri ærumeiðing, skutu dómin inn fyri landsrættin
 
29.05.2015 - 14:51

Tollmálið kemur til viðgerðar í Eystara landsrætti í heyst.

Tað er greitt, nú landsrætturin hevur sett tveir dagar av til málið.

Rættarfundir verða 29. og 30. september.

Tað var 25. februar, at trý starvsfólk í Kringvarpinum - Dia Midjord, stjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari, og Jan Lamhauge, journalistur -  og táverandi redaktørurin á Portalinum, Sveinur Tróndarson, vórðu dømd fyri at hava ærumeitt Jørgen Niclasen, landsstýrismann, í miðlaumrøðuni av tollmálinum.

Tey kærdu øll dómin til landsrættin, sum nú hevur ásett dagarnar, tá málið skal viðgerast. Tey eru eisini biðum um at senda landsrættinum trý málskjalaavrit, sum skulu nýtast í rættarmálinum. 

Freistin at lata skjølini inn er 21. september. Tað er eina góða viku fyri, at málið kemur til viðgerðar í landsrættinum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823