- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umhugsa at flyta musikkskúlan á Skálatrøð
Hóast Tórshavnar býráð hevur samtykt at byggja musikkskúlan við Landavegin, so eru røddir frammi um, at tað kanska hevði verið betri at bygt skúlan á Skálatrøð, har Tjóðpallurin skal byggjast.
Tað er landið, sum skal byggja Tjóðpallin, men kommunan skal byggja musikkskúlan.
Fundur í morgin
Í morgin verður fundur millum partar av býráðnum í Havn og umboð fyri musikkskúlan. Har verður umrøtt, um tað hevði verið betri at flutt musikkskúlan av Landavegnum og oman á Skálatrøð.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu sigur, at fundurin í morgin er óformligur, og at hugskotið um at flyta musikkskúlan verður umrøtt.
Hon sigur, at uppskotið at byggja musikkskúlan við Landavegin er klárt, og arbeiðið kann byrja.
Men hon sigur samstundis, at tá býráðið samtykti at flyta musikkskúlan út á Landavegin, var ikki endalig avgerð tikin um at byggja Tjóðpallin á Skálatrøð. Tað er tað nú, og tí er vert at umrøða, um musikkskúlin liggur betri á Skálatrøð, við síðuna av Tjóðpallinum, heldur enn við Landavegin.
Vendist ikki aftur
Tí er arbeiðið við at byggja musikkskúlan við Landavegin fyrst byrjað, so vendist ikki aftur.
Tað er tey viðurskiftini ,sum skulu umrøðast á fundinum við umboð fyri musikkskúlan í morgin, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini í Tórshavnar býráð.