Putin styðjar Blatter

Putin styðjar Blatter
Frakland krevur, at forsetavalið í FIFA verður útsett
 
28.05.2015 - 14:21

79 ára gamli forsetin í FIFA, Sepp Blatter, hevur kallað saman til kreppufund, eftir at fleiri nevndarlimir í FIFA í gjár vórðu handtiknir í Sveis, tí teir í USA eru skuldsettir fyri svik og mutur.

Í morgin er annars fundur í FIFA, har Blatter skal veljast aftur til forseta. Hann er í kapping við jordanska prinsin, Ali Bin Al-Husein.

Blatter sendi seinnapartin í gjár út eitt tíðindaskriv, har hann segði seg ikki hava tikið ímóti mutri. Síðani hevur einki verið at hoyrt frá honum, og hann hevur avlýst tríggjar røður, sum hann skuldi halda í Sveis

Putin leggur seg út í málið

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur lagt seg út í málið. Hann sigur amerikansku jagstranina av FIFA vera eina roynd at forða fyri, at Blatter verður valdur aftur sum forseti.

Russland skal eftir ætlan verða vertur fyri HM-kappingini í 2018, men løgreglan í Sveis er farin undir at kanna, um tann avgerðin var tikin á lógligum grundarlag.

Putin sigur, at amerikanska framferðin er eitt greitt tekin um, at USA framhaldandi roynir at trýsta onnur lond til at akta. Og Putin gjørdi greitt, at Rusland stuðlar Sepp Blatter.

1,1 milliard kr.

Kanningar, sum amerikanska samveldisløgreglan, FBI, hevur gjørt, vísa, at fleiri verandi og fyrrverandi nevndarlimir í FIFA skulu vera mutrað við 1,1 milliard kr. síðani í 1991.

Málið er politiskt, og nú hevur franski uttanríkisráðharrin kravt, at atkvøðugreiðslan um forsetasessin, sum skal vera í morgin, verður útsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109