15 milliardir kr. til vælferð í Danmark til 2020

15 milliardir kr. til vælferð í Danmark til 2020
Peningurin er serliga ætlaður eldraøkinum og heilsuverkinum
Á Christiansborg verður gitt, at fólkatingsval verður útskrivað fyrsta dagin
 
26.05.2015 - 08:57

Um ein tíma fara danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt og Morten Østergaard, innanríkis- og búskaparráðharri, at hava tíðindafund.

Har fara tey at almannakunngera ein vælferðarpakka - 15 milliardir kr. - sum skulu nýtast hetta til 2020.

Pengarnir eru serliga ætlaðir til eldraøkið og heilsuverkið, skrivar Berlingske.

Hildið verður, at tíðindafundurin er fyrsta stigið til fólkatingsvalið, sum skal vera í seinasta lagi 14. september.

Kreppan avblást

Mett verður, at útspælið hjá stjórnini skal prógva fyri veljarunum, at stjórnin er sinnað at brúka fleiri pengar til vælferðarsamfelagið. Og ikki minst munin at vísa millum stjórnina og andstøðuna á tí økinum.

Tíðindafundurin er dagin eftir, at danski innanríkis- og búskaparmálaráðharrin, Morten Østergaard, avblásti kreppuna í Danmark.

Tað gjørdi hann í gjár, tá hann segði, at ein uppgerð frá donsku hagstovuni vísir, at 38.000 fólk hava fingið arbeiði frá fyrst í 2013 til seinasta fjórðingsár í 2014, og tá er Danmark ikki longur í kreppu, segði hann.

Men ein bági er, og at stjórnin stendur seg ikki  serliga væl í meiningakanningunum, og eftir teimum at døma, verður tað borgarligu flokkarnir, sum fara at vinna valið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109