Ukraina fær lán uppá góðar 13 milliardir krónur

Ukraina fær lán uppá góðar 13 milliardir krónur
Stjórnarleiðarnir í Evropeiska samveldinum hava samtykt at játta Ukraina eitt lán uppá góðar 13 milliardir krónur
Tað kostar at bøta um livivánirnar í Ukraina
Mynd: BBC  
 
23.05.2015 - 12:56

Lánið skal hjálpa Ukraina at seta í verk búskaparligar nýskipanir og hjálpa landinum á føtur aftur eftir bardagarnar við russiskt vinarligu herliðini í Eystur-ukraina, sum hava kostað landinum dýrt. 

Ukraina er eisini undir trýsti fyri at fáa enda á tí umfatandi mutri, sum landið er illa plágað av. Stóra lánið varð játtað Ukraina á toppfundinum, sum stjórnarleiðarnir í ES hava hildið í Riga í Lettlandi. Á fundinum fingu Georgia og Moldova eisini lán frá ES.

Stjórnirnar í Ukraina, Georgia og Moldova eru allar fyri fullum limaskapi í Evropeiska samveldinum. Armenia, Azerbaijan og Hvítarussland hava ikki áhuga í limaskapi, men vilja hava nærri búskapar-samstarv við ES.

Leiðararnir í øllum hesum seks fyrrverandi sovjettisku lýðveldunum vóru bodnir við á ES toppfundin í Riga. Amnesty sigur í eini nýggjari frágreiðing, at í Ukraina eru prógv fyri, at báðir partar í stríðnum hava pínt fangar, og at russiskt vinarligu uppreistrarliðini hava framt deyðadómar uttan rættargongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109