Grein 19 nevndin liðug hálvan juni

Grein 19 nevndin liðug hálvan juni
Nevndin er liðug við allar hoyringar, og fer neyvan at kalla fleiri fólk inn
 
22.05.2015 - 07:38

Grein 19 nevndin, sum kannar viðurskiftini um EIK grunnin, fer at hava fund í dag. 

Joen Magnus Rasmussen, formaður í Grein 19 nevndini, sigur, at arbeiðið hjá nevndini higartil hevur gingið væl, men enn er nakað eftir á mál. 

Ætlanin var at grein 19 nevndin skuldi vera liðug við sítt abeiðið 1. juni, men tíðarætlanin fer ikki at halda.

Nú verður miðað eftir, at arbeiðið er liðugt um hálvan juni, sigur Joen Magnus Rasmussen. 

Á fundinum í dag fer nevndin at leggja arbeiðið til rættis fyri næstu vikurnar. 

Nevndin fer eisini at ganga ígjøgnum arbeiðið, sum higartil er gjørt.

Joen Magnus Rasmussen sigur, at nevndin er liðug við allar hoyringar, og fer neyvan at kalla fleiri fólk inn. 

Umframt Joen Magnus Rasmussen, sum er formaður, eru eisini Kristina Háfoss og Helgi Abrahamsen í grein 19 nevndini. 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109