- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noyðast at rætta mistøk í grindalógini
Eftir øllum at døma varð grindalógin ikki nóg væl frágingin, tá hon varð endaliga samtykt, áðrenn tingið fór til hús, tí nú hevur løgtingsformaðurin boðsent løgtinginum til fundar hósdagin at viðgera broytingar í lógini.
Tá tingið endaliga samtykti grindalógina, sum gevur revsing fyri roynd at forða fyri grindadrápi, varð ein tillaging í lógini gloymd. Tað merkir, at í løtuni ber ikki til at revsa sambært grein 13 í lógini, og tí er hon ikki fullfíggjað, sigur løgtingsformaðurin.
Jógvan á Lakjuni sigur í skrivi til tingmanningina, at til tess at nýggja grindalógin skal verða fullfíggjað, og setast í verk longu í summar sum ætlað, er neyðugt at gera nakrar broytingar í lógini. Tí verða fleiri tingfundir hósdagin.
Skrivið, sum løgtingsformaðurin hevur sent løgtingsfólkunum, ljóðar soleiðis:
Tann 13. mai 2015 varð løgtingslóg um grind og annan smáhval (Grindalógin) endaliga samtykt. Undir 2. viðgerð, eisini tann 13. mai 2015, varð eitt nýtt stk. 3 sett inn í § 3, og verandi stk. 3 bleiv stk. 4, uttan at neyðugar tillagingar vórðu gjørdar í § 13.
Hetta merkir, at um brot verður gjørt á § 3, stk. 4, sum ásetur: ”Stk. 4. Ikki er loyvt at reka ella ávirka farleiðina hjá eini grind ella øðrum smáhvali við tí í hyggju at forða grindadrápi, eisini í førum, har avgerðin at halda grindini til enn ikki er tikin, ella í førum, har sýslumaðurin hevur tikið avgerð um, at grindin ikki skal haldast til.” ber í løtuni ikki til at revsa sbrt. § 13, tí hon er ikki virkin fyri stk. 4.
Við hesum verður § 13, stk. 1 konsekvensrættað, til eisini at fevna um § 3, stk. 4.
Til tess, at nýggja grindalógin kann verða fullfíggjað, og kann setast í verk longu nú í summar, sum ætlað, verður tískil hetta uppskot lagt fram. Ætlanin er at avgreiða málið sama dag, og tí verða fleiri tingfundir henda dag.