- Tíðindi, mentan og ítróttur
Badminton 11 heiðursmerkir í Danish junior open
Um vikuskiftið var føroyska ungdómslandsliðið í badminton í kapping í Danmark, sum eitur Danish Junior Open.
Úrtøkan var góð, føroysku leikararnir komu heim aftur við ellivu heiðursmerkjum. Føroyar vunnu fimm gull, tríggjar silvur og tríggjar bronsur.
Formaðurin í badmintonsambandinum, Erik Engelbrecht Thomsen er ovurfegin um góðu úrslitini
- Okkara hava kappast móti leikarum úr Danmark, Týsklandi, Svøríki og Íslandi. Vit vunnu fýra av fimm gull í U-13 bólkinum, so framtíðin er bjørt fyri føroyskt badminton, sigur Erik Engelbrecht Thomsen.
U13 A-bólkurin:
Einmansleikur: Ari Nandi, gull
Tvímansleikur menn: Ari Nandi / Rúni Øster, gull
Tvímansleikur kvinnur: Adhya Nandi / Lena Maria Joensen, gull
Blandaður tvímansleikur: Ari Nandi / Adhya Nandi, gull og silvur til Rúna Øster og Lenu Mariu Joensen
U-15 A-bólkurin:
Einmansleikur menn: Dann Fróðason, gull og Bárður á Reynatrøð, silvur
Einmansleikur kvinnur: Mona Rasmusdóttir, bronsu
Tvímansleikur kvinnur: Mona Rasmusdóttir / Sissal Thomsen, bronsu
U17 A-bólkurin:
Tvímansleikur kvinnur: Gunnva Jacobsen / Elin Mattsson, silvur
Blandaður tvímansleikur: Rógvi Ziskason / Gunnva Jacobsen, bronsu
U17 E-Bólkurin:
Einmansleikur menn: Bartal Poulsen, bronsu