Undirsjóvartunlarnir leggjast undir Landsverk

Undirsjóvartunlarnir leggjast undir Landsverk
Undirsjóvartunlarnir skulu leggjast undir Landsverk at umsita. Tað mælir ein arbeiðsbólkur til sum hevur kannað virksemið hjá Landsverki
 
17.05.2015 - 10:15

Tunlarnir verða nú riknir av hvør sínum partafelagi, sum eisini hevur staðið fyri at byggja teir. Landsverk hevur tó havt ábyrgdina av at góðkenna tunnilsverkætlanirnar mótvegis landsstýrismanninum og hevur havt eftirlit við, at tær vórðu framdar samsvarandi góðkendu ætlanunum. 

 

Ein av høvuðsuppgávunum hjá Landsverki er at reka og halda vegir, tunlar og brýr. Tí heldur arbeiðsbólkurin, at tað hóskar væl at leggja raksturin av undirsjóvartunlunum til Landsverk at umsita.

 

Sambært arbeiðsbólkinum verður tað bíligari at reka tunlarnar, um teir verða lagdir undir Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109