Konni og Sissal komu víðari

Konni og Sissal komu víðari
Tær báðar songkvinnurnar, Konni Kass og Sissal, sum í gjárkvøldið spældu seg víðari í fyrra umfarinum í tónleikakappingini Sement
 
16.05.2015 - 15:27

Tað vóru tær báðar songkvinnurnar Konni Kass og Sissal, ið spældu seg víðari í fyrra umfarinum í Sement, sum var í gjár.

 

Kappingin var sum vanligt hørð, men tá dómara trioin Kristoffer Mørkøre, Eyðfinn Jensen og Jensina Olsen, høvdu tikið sína avgerð, vóru Sissal og Konni tær, ið høvdu spælt seg til tey bæði fyrru finaluplássini.

 

Í kvøld verður annað innleiðandi umfarð, og tá skulu In Paralell, Tummas Eivind & Hans Arni, Maibritt “Emjay”, Slýggj og Iron Lungs kappast um rættin at sleppa í finaluna at kappast móti Sissal og Konni Kass. Finalan er komandi leygarkvøld.

Kappingin er hørð, tí nógv stendur uppá spæl, umframt heiðurin at kalla seg ársins nýggi bólkur, so fær vinnarin studiotíð í Studion Bloch og eitt gávukort frá Simma.

 

Annað innleiðandi umfarið byrjar klokkan 20 í kvøld í Reinsarínum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948