Trivnaðarnevndin viðger barnaískoyti

Trivnaðarnevndin viðger barnaískoyti
Fyrrapartin í dag verður lagnan avgjørd hjá royndini hjá andstøðuni í Løgtinginum at hjálpa fólki, sum eru í fátækraváða
Í morgun fer Trivnaðarnevndin at viðgera uppskotið um 1.500 krónur í barnaískoyti, sum formenninir í teimum fýra andstøðuflokkunum løgdu fram
 
13.05.2015 - 08:16

Klokkan trý korter til níggju fer Trivnaðarnevndin at viðgera uppskotið um 1.500 krónur í barnaískoyti, sum formenninir í teimum fýra andstøðuflokkunum løgdu fram.

Trivnaðarnevndin hevur biðið umboð fyri felagsskapin "Í menniskjum góður tokki", Frelsunarherin og Samtak, Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum saman við fólki í Hagstovuni og Anniku Olsen, landsstyriskvinnu í almannamálum, saman við fólki í Almannaverkinum koma á fundin fyrrapartin.

Um álit verður skrivað um uppskotið, verður tað lagt fram í dag. Av tí at andstøðan eigur uppskotið, er samgongan ikki so hugað glaðbeint at taka undir við tí.

Aðrir møguleikar enn barnaískoyti

Samgongufólk hava sagt, at til ber at hjálpa fólki, sum ikki hava so nógvar pengar, á annan hátt enn at geva teimum barnaískoyti. Millum annað er bústaðarískoyti nevnt, tí oftast er húsaleigan tyngsta byrðan hjá fólki, sum eru í fátækraváða.

Tvey onnur mál eru á skránni hjá Trivnaðarnevndini í dag. Annað málið er uppskotið um at hækka inngjaldið til Heilsutrygd, og hitt er um, at kommunurnar skulu rinda sjúkrahúsunum fyri fólk, sum eru liðugt viðgjørd, men onga staðni hava at fara og tí noyðast at vera verandi á sjúkrahúsinum.

Vinnunevndin hevur eisini fund fyrrapartin, tí nevndin fekk í gjár - eftir triðju viðgerð - aftur uppskotið um nógvu broytingarnar í Arbeiðsloysisskipanini.

Fíggjarnevndin kanska eisini fund í dag

Um Trivnaðarnevndin skrivar álit um barnaískoytið, skal Fíggjarnevndin eisini hava fund í dag, tí hon hevur uppskotið um eykajáttan til at fíggja barnaískoytið.

Tingfundurin í dag er ætlaður at vera hin seinasti fyri ólavsøku. Fundurin byrjar klokkan 11.00. Í fyrsta umfari skal atkvøðast um 14 uppskot.

Men fyrst skal tingið atkvøða um uppskot um at velja tingnevndirnar av nýggjum. Neyðugt verður at víkja frá tíðarfreistunum, skal tingið avgreiða øll málini í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109