- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjóri ella løgtingsfólk - ikki bæði
Annika Olsen ætlar at leggja uppskot fyri løgtingið á Ólavsøku um at broyta kommunulógina, so tað ikki fer at bera til at vera borgarstjóri og løgtingslimur samstundis, sambært Degi & viku.
Í dag sita fýra borgarstjórar í løgtinginum. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága Kommunu, Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun.
Eisini hava fleiri borgarstjórar boðað frá, at teir fara at stilla upp á løgtingsvalinum í heyst. Millum hesar eru Jógvan Skorheim í Klaksvík, Jógvan í Skorini á Eiði, Pauli Petersen í Vestmanna, Jóhan Christiansen í Eysturkommunu og Magnus Rasmussen í Runavíkar kommunu.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum umsitur kommunumál, ætlar at broyta kommunulógina, so borgarstjórar ikki bæði skulu kunna vera borgarstjórar og sita í løgtinginum, nú fleiri stórmál eru løgd út til kommunurnar at umsita.