- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ungir badmintonleikarar til Danish Open
Í døgunum 14.-18. mai er føroyska U-landsliðið í badminton í Farum.
Við í kappingini eru leikarar úr Danmark, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Týsklandi, Kekkia og Føroyum.
Hetta er fjórða árið á rað, at Føroyar eru við. Samstundis er hetta ein liður í leikaramenningini, har BSF hevur vælt at geva fremstu leikarunum úr teimum ymisku aldursbólkunum møguleikan at verða við í Danish Junior Open.
Dúgliga hevur verið vant fram ímóti kappingini, ið hilnaðist heilt væl í fjør, tá føroysku leikararnir vunnu trý gull og sjey silvur
Teir útvaldu leikararnir á U-landsliðnum eru:
U13
Adhya Nandi, HBF – Lena Maria Joensen, KBF – Ari Nandi, MBF – Rúni Øster, HBF
U15
Mona Rasmusdóttir, ÍF – Jensa Tórolvdóttir, ÍF – Sissal Thomsen, HBF – Ari Nandy, MBF - Dann Fróðason, MBF – Barður á Reynatrøð, ÍF – Ari M. Jacobsen, KBF
U17
Gunnva Jacobsen, HBF - Kristina Eriksen, HBF/Ikast – Rógvi Ziskason, HBF Ráni í Bø, KBF/Middelfart