Danmark: Kundu spart hálva milliard í heilivági

Danmark: Kundu spart hálva milliard í heilivági
Donsku sjúkrahúsini kundu í fjør spart 500 milliónir krónur fyri dýrasta heilivágin, um prísstøðið á heilivági var tann sami í Danmark sum í Noreg.
 
10.05.2015 - 14:58

Tað vísir ein uppgerð sum innkeypsfelagið hjá donsku sjúkrahúsunum, Amgros, hevur gjørt.

- Vit kunnu staðfesta, at nógvur heilivágur er upp í 40 prosent bíligari í Noreg enn í Danmark, og tað skilji eg ikki, sigur stjórin í Amgros, Flemming Sonne.

Amgros hevur kannað prísin á 25 teimum dýrastu sløgunum av heilivági, sum tilsamans er helvtin av útreiðslunum hjá donsku sjúkrahúsunum. Kanningin vísir, at prísurin í miðal er 17 prosent hægri í Danmark enn í Noreg. Og gongdin er á leið tann sama higartil í ár, sigur Flemming Sonne.

Í Danmark er tann avtalan galdandi, at prísurin á heilivági skal samanberast við miðalprísin í níggju londum í Norður- og vestureuropa. Noreg hevur valt at áseta prísin í miðal eftir trimum av teimum níggju londunum, har prísurin er lægstur.

- Um Danmark hevði gjørt sum Noreg, so hevði minni av peningi verið tøkur til gransking og til at menna nýggjan heilivág, og tí er norska skipanin ikki nøkur góð fyrimynd, sigur Ida Sofie Jensen í danska heilivágsstýrinum.

Ein orsøk til hækkandi prísin á heilivági í Danamrk, í mun til Noreg, er, at danska krónan er støðug, samstundis sum norska krónan er lækkað.

Útreiðslurnar hjá donsku sjúkrahúsunum til heilivág hækka skjótt. Útreiðslurnar vóru 4 milliardir kr. í 2007 og vera umleið 8 milliardir kr. í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109