Evropearar ov feitir

Evropearar ov feitir
Heimsheilsustovnurin, WHO, ávarar nú ímóti einari sonevndari feittepidemi í Europa.
 
07.05.2015 - 14:50

Talið av fólki sum fitna økist støðugt, og serliga ring er støðan hjá monnum, skrivar Norska Kringvarpið.

Heimsheilsustovnurin hevur samanborið uppgerðir úr 53 londum, og nú hevur stovnurin eisini funnið tekin um, at fólk í londum, sum fyrr ikki hava verið í vanda av fiti, nú eru nærum líka illa fyri lond, har fiti hevur verið eitt vandamál í fleiri ár.

WHO ger m.a. vart við, at um 15 ár, kunnu 76 prosent av norðmonnum vera ov feitir, og tað er ikki í lagi, sigur yvirlæknin í norska heilsustovninum, Haakon E. Meyer.

Sviar umhugsa feittskatt

Í Svøríki verður gongdin tikin í størsta álvara, tí har eru støðan einki betri.

Svenski heilsumálaráðharrin, Gabriel Wikstrøm, sigur, at tað ikki er óhugsandi, at Svøríki fer at áseta ein sonevndan "feittskatt", fyri at steðga gongdini.

- Er vandin so stórur, sum heimsheilsustovnurin vísir á, so mugu øll neyðug stig takast, fyri at tryggja heilsuna hjá fólki, sigur Wikstrøm við svenska Aftonbladet.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109