Sokkin kavbátur hóttir fiskiskapin í Barentshavi

Sokkin kavbátur hóttir fiskiskapin í Barentshavi
Ein sokkin russiskur kjarnorkukavbátur kann vera orsøk til, at forboð verður sett fyri at fiska á nøkrum leiðum í tvey ár
 

Tað sigur russiski granskarin, Mikhail Korbinsky við Fiskaren.

Kavbáturin sakk í Barentshavinum í august í 2003, tá hann varð sleipaður til upphøggingar. Hann sakk á einum av bestu fiskileiðunum, tætt við norska markið í Barentshavinum.

Kjarnorkuevni umborð

Umborð á kavbátinum vóru 800 kg av kjarnorkuevnum. Níggju fólk fórust við kavbátinum. Hann verður nú mettur sum størsta hóttanin ímóti fiskiskapi í Barentshavinum.

Skrokkurin var vánaligur, og mett verður, at tað ganga ikki meir enn 10 ár, til kjarnorkuevnini fara at leka úr kavbátinum, og tað fer at hava ógvusliga dálkin við sær, sigur leiðarin í umhvørvisfelagskapinum, Bellona, Nils Bøhmer við blaðið.

Fyribyrgja umhvørvisdálking

Hann mælir til, at Rusland og Noreg í felag fara at royna at taka kavbátin uppaftur, so sleppast kann undan eini ógvusligari umhvørvisdálking.

Eftirráðstevnu um Barentshavið í Murmansk í fjør, hevur Rusland sett ynski fram um at taka tann kavbátin og ein annan kavbát upp úr Barentshavinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109