Grønland fingið whistleblower-skipan

Grønland fingið whistleblower-skipan
Starvsfólk hjá tí almenna í Grønlandi kunnu nú boða frá, um tey meta at alt ikki fer rætt fram í fyrisitingini
 
01.05.2015 - 11:05

Endamálið er at forða fyri vina- og kenningapolitikki og at skapa størri gjøgnumskygni í fyrisitingini, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Skipanin er soleiðis, at starvsfólk við eini serligari KT-skipan kunnu venda sær ónevnd til Búskapar- og Starvsfólkastýrið og boða frá, um tey hava illgruna óreglusemi í fyrisitingini.

Bert galdandi fyri almennu fyrisitingina

Er hald í kæruni verður málið latið einum aðalstjóra í fyrisitingini, sum skal seta eina nærri kanning í verk.

Skipanin er bara galdandi fyri almennu fyrisitingina. Hon fevnir ikki um privatar fyritøkur og heldur ikki um almenn partafeløg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109