ST gjørdi ov lítið við mál um kynsliga misnýtslu

ST gjørdi ov lítið við mál um kynsliga misnýtslu
Ein svii er sendur til hús fyri at hava latið fronskum myndugleikum loynilig skjøl um franskar hermenn, sum framdu kynslig brotsverk í Afrika
 
30.04.2015 - 09:15

Fronsku myndugleikarnir kanna nú eitt mál, har franskir hermenn skulu hava gjørt seg inn á smábørn í Miðafrikanska Lýðveldinum, tá teir vóru partur av eini deild hjá ST.

Fronsku hermenninir eru undir illgruna fyri at hava gjørt seg inn á børn, niður í 10 ára aldur.

Sendi loynilig skjøl

Málið gjørdist alment í gjár, tá bretska blaðið, The Guardian., skrivaði, at ein svenskur starvsmaður í ST var sendur til hús, tí hann hevði sent loynilig skjøl til fronsku myndugleikarnar.

Í skjølunum sæst, at fronsku hermenninir skulu hava gjørt seg inn á smábørn á eini miðstøð í høvuðstaðnum, Bangui í fjør.

Sviin, Anders Kompass, sum starvast á deildini fyri mannarættindi hjá ST, hevur latið fronsku myndugleikunum skjølini, hóast tey vóru loynilig.

ST gjørdi ov lítið við málið

Svenska stjórnin sigur, at Anders Kompass er nógv virdur í sínum starvi í ST, og tí er eingin orsøk til at seta spurnartekin við tað sum hann hevur gjørt.

The Guardian skrivar, at sviin sendi skjølini til fronsku stjórnina, tí hann helt ikki at ST gjørdi nóg nógv við málið.

Fekk fótin

Anders Kompass var sendur til hús í farnu viku, og hevur fingið boð um, at hann kann rokna við at verða sagdur úr starvi.

Men fleiri felagskapir kring heimin mótmæla, tí hann hevur ikki gjørt annað enn sína skyldu, siga teir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109