Søguligir bygningar oyðilagdir

Søguligir bygningar oyðilagdir
Fleiri søguligir bygningar í Nepal eru lagdir í oyði í jarðskjálvtanum um vikuskiftið. Bygningarnir høvdu týdning fyri mentan, átrúnað og ferðavinnu
Ein kvinna gongur fram við Bhaktapur Durbar Square í Katmandu, ein av fleiri søguligum bygningum, ið eru lagdir í oyði eftir jarðskjálvtan í Nepal leygardagin
Mynd: AP  
 
28.04.2015 - 09:50

Hatta kann fáa stórar avleiðingar fyri mentan, átrúnað og ferðafólkavinnu, sigur fornfrøðingurin Christopher Prescott, á universitetinum í Oslo, við NRK.

Fýra støð og bygningar í Nepal, sum eru á listanum hjá Sameindum Tjóðum fyri heimsarv, eru oyðilagdir í jarðskjálvtanum leygardagin.

Millum annað kenda Dhara-hara tornið í Katmandu, sum táverandi drotningin í Nepal bygdi í 1832. Tornið var í níggju hæddum og var 62 metrar høgt og var sera nógv vitjað.

Fær avleiðingar fyri ferðavinnuna

Eisini eru tempul og standmyndir, sum gomlu kongarnir í Nepal lótu byggja millum 1100 og 1700 talið, horvin úr býarmyndini í Katmandu.

Nógvir bygningar hava stóran týdning fyri ferðavinnuna og hava verið nógv vitjaðir. Tí fær hetta avleiðingar fyri ferðavinnuna eisini, sigur Christopher Prescott, fornfrøðingur við NRK.

Unesco, stovnurin undir ST, sigur, at tey fara at hjálpa Nepal at byggja uppaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109