Níggju smuglarar takast av døgum

Níggju smuglarar takast av døgum
Myndugleikarnir í Indonesia halda fast við kravið um at níggju rúsevnasmuglarar skulu takast av døgum, hóast mótmælini
Systir tann eina avstraliumannin, ið verður avrættaður, avmyndað uttan fyri Nusakambangan fongslið, har teir níggju rúsevnasmuglararnir sita fongslaðir
Mynd: AFP  
 
28.04.2015 - 15:30

Í dag eru myndugleikarnir í Indonesia farnir undir at fyrireika at avrætta átta útlendingar, sum eru dømdir fyri rúsevnasmugling, og síðani dømdir til deyða.

Fangarnir verða avrættaðir við skotum, og tað verður helst gjørt mikumorgunin. Millum tey deyðadømdu eru tveir australskir ríkisborgarar.

Hóast nógv er gjørt fyri at veita teimum dømdu grið, so boðaðu myndugleikarnir í Indonesia frá um vikuskiftið, at nú er nóg mikið tosað, nú verða tey dømdu avrættað.

Greinin heldur fram niðanfyri

Talan er um átta útlendingar og ein mann úr Indonesia. Familjurnar hjá teimum dømdu hava fingið boð um, at tey ikki sleppa at hitta tey dømdu eftir í dag

Tað verður tikið sum tekin um, at tey níggju fólkini verða avrættað tíðliga í morgin. Umframt úr Australia, eru tey deyðadømdu úr Brasil, Filipsoyggjunum og Nigeria.

Forsetin í Indonesia, Joko Widodo, sigur, at Indonesia hevur stórar trupulleikar av rúsevnum, og tí kemur tað ikki uppá tal at veita teimum dømdu grið.

Løgmálaráðharrin í landinum hevur gjørt greitt, at avgerðin um at avrætta tey dømdu, ikki verður broytt, og heldur ikki dagurin, sum er ásettur til í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109