Landasorg í Nepal

Landasorg í Nepal
Stjórnin í Nepal hevur í dag lýst landasorg at vera í tríggjar dagar, eftir at fleiri enn 4000 fólk hava latið lív í samband við jarðskjálvtarnar
Landasorg er lýst at verða í tríggar dagar eftir jarðskjálvtan leygardagin
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
28.04.2015 - 08:01

Tað skrivar ritzau.

 - Vit vóru ikki fyrireikað til eina so stóra vanlukku. Vit hava ikki nóg mikið av pengum og øðrum tilfeingi, og okkum tørvar meira tíð at røkka øllum, sigur nepalesiski innanríkisráðharrin, Bam Dev Gautam, sambært dpa.

Í morgun fóru hundraðtals íbúgvar sjálvir í holt við at grava og leita í húsaleivdunum í vónini um at finna avvarandi, skrivar tíðindastovan Reuters.

Fleiri í høvuðstaðnum Kathmandu hava seinastu dagarnar sovið úti á torgum, lundum og vegum. Nøkur øki hava fingið streymin aftur, men hann er óstøðugur, skrivar dpa.

Altjóða neyðhjálp er so smátt komin til Nepal, men útbýtingin gongur spakuliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109