Talið á deyðum veksur støðugt

Talið á deyðum veksur støðugt
Talið á deyðum eftir harða jarðskjálvtan í Nepal um vikuskiftið heldur fram at vaksa. Nú eru yvir 3700 fólk deyð, siga myndugleikarnir
Bjargingarfólk leita eftir fólki, ið komu frá jarðskjálvtanum leygardagin við lívinum, í húsaleivdum í nepalska høvuðsstaðnum, Kathmandu
Mynd: AP  
 
27.04.2015 - 15:36

Samstundis óttast myndugleikarnir fyri, at talið á deyðum kann gerast enn størri - kanska upp í 5.000 fólk, sigur eitt talsfólk frá nepalska innanríkisráðnum

Talið á deyðum er ógreitt, tí summi av harðast raktu økjunum eru fjarskotin og tað hevur ikki eydnast myndugleikunum at koma í samband við tey økini.

Harafturat hava 6.500 fólk fingið skaða í jarðskjálvtanum í Nepal. Fólk royna nú at sleppa sær burtur úr Nepal. Fjølmiðlar siga, at vegirnir úr høvuðsstaðnum eru á tremur við fólki, ið royna at sleppa sær burtur.

Greinin heldur fram niðanfyri

Á flogvøllinum í býnum eru langar bíðirøðir, har bæði ferðafólk og íbúgvar í Nepal royna at sleppa avstað við flogfari. Síðan jarðskjálvtan leygardagin, sum varð mátaður til 7,9 á Richterstiganum, hava fleiri harðir eftirskjálvtar verið.

Bjargingarfólk stríðast enn við at grava offur úr niðurrapaðum bygningum. Í høvuðsstaðnum, Kathmandu, óttast fólk fleiri jarðskjálvtar. Fleiri túsund teirra hava tí sovið úti í nátt.

Fleiri av sjúkrahúsunum í býnum er løgd í oyði. Tey, ið framvegis eru virkin, eru á tremur, og tí liggja fleiri sjúk og løstað á gøtunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109