Leitingin heldur fram: Fleiri enn 3200 fólk deyð

Leitingin heldur fram: Fleiri enn 3200 fólk deyð
Bjargingararbeiðið eftir náttúruvanlukkuna í Nepal heldur fram. Fleiri enn 6500 fólk eru løstað eftir jarðskjálvtan leygardagin
Higartil eru fleiri enn 3200 fólk deyð og 6500 onnur særd eftir ein jarðskjálvta í Nepal leygardagin
Mynd: AP  
 
27.04.2015 - 08:10

Bjargingarfólk stríðast við at grava offur úr niðurrapaðum bygningum, eftir jarðskjálvtan leygardagin, ið máldi 7,8 á richterstiganum. Í høvuðstaðnum Kathmandu óttast fólk fleiri jarðskjálvtar.

Fleiri túsund teirra hava tí sovið úti í nátt. Á gøtuni síggjast madrassur og tjøld, ið skulu verja móti náttarregninum, skrivar tíðindastovan Reuters. Fleiri av sjúkrahúsunum í býnum er løgd í oyði.

Tey, ið framvegis eru virkin, eru á tremur, og tí liggja fleiri sjúk og løstað á gøtunum. Jarðskjálvtin leygardagin er tann næststørsti, ið hevur raktt Nepal síðani 1934, tá umleið 8500 fólk lótu lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109