Harður eftirskjálvti í Nepal og India í morgun

Harður eftirskjálvti í Nepal og India í morgun
Jarðskjálvtin var máldur til 6,7, og kemur eftir harða jarðskjálvtan gjáramorgunin
 
26.04.2015 - 10:12

Fleiri smáir eftirskjálvtar hava verið, síðani harða skjálvtan í gjáramorgunin, men hesin er tann harðasti higartil. Enn er óvist hvussu stórir skaðarnir eru. 

Trý skriðjulop á Mount Everest

Eftirjarðskjálvtin í morgun hevur havt við sær trý skriðjulop á Mount Everest, men enn er óvist, um nakar hevur latið lív í skriðulopunum. 

Í gjár lótu í minsta lagið 17 fjallaklintarar lív í skriðulopi á Mount Everest. 
 
Yvir 2000 hava latið lív

Samstundis veksur talið av deyðum eftir harða jarðskjálvtan í Nepal í gjár, sum var máldur til 7,9, og var á leiðini millum høvuðsstaðin Katmandu og býin Pokhara.

Sambært tíðindastovuni AFP verður mett, at yvir 2000 fólk hava latið lív, og yvir 4000 eru særd. 

Danska uttantíkismálaráðið boðar frá, at teir hava havt samband við 160 danir, ið eru staddir í Nepal, men enn mangla teir at fáa samband við 130 fólk, og møguliga eru fleiri danir í landinum, sum Uttanríkisráðið ikki veit um. 

Tað er torført at fáa samband við fólkini, tí telefonnetið riggar ikki alla staðni, sigur Danska uttanríkismálaráðið við DR.  Ráðið mælir fólki frá at fara til Nepal í løtuni. 

Jarðskjálvtar eru ikki óvanligir í Nepal, men sagt verður at hetta er tann ringasti síðani 1934, tá høvuðsstaðurin Katmandu nærum varð lagdur í oyði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109