Føroyar endaðu á triðjaplássi

Føroyar endaðu á triðjaplássi
Hetta hóast Føroyar vunnu seinasta umfari sannførandi 4-0 í talvkappingini fyri smátjóðir, sum var á Guernsey í gjár.
 
26.04.2015 - 17:55

Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgård, Martin Poulsen og Finnbjørn Vang vunnu allir sínar dystir í gjár. Tí tí vunnu Føroyar 4-0 í ímóti Liktenstein í talvkappingini fyri smátrjóðir, sum var á Guernsey.

Tað skrivar Vágaportalurin. 

Føroyar endaðu sum nummar trý í kappingini, men stutt var millum fremstu liðini. 

Luksemburg vann við 17 dystarstigum og 27 borðstigum, Monaco fekk á øðrum plássi 15 dystarstig og 26½ borðstig, og Føroyar á 3. plássi fingu 15 dystarstig og 26 borðstig.

Vunnu seks dystir

Føroyar vunnu seks dystir og spældu tríggjar javnar.

Hetta er fjórðu ferð, at Føroyar eru við í kappingini fyri smátjóðir í Evropa í talvi. Føroyar hava vunnið kappingina tvær ferðir og Luksemburg hevur vunni tvær ferðir hesi árini. Tað skrivar Vágaportalurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109